Í næstan tvey ár hevur Jóan Pauli Jacobsen verið høvuðsungdómsvenjari hjá ÍF. Jóan Pauli kom úr KÍ, har hann áður hevði røkt sama starv í fleiri ár. Hann varð settur sum høvuðsungdómsvenjari við einum 2 ára sáttmála. Nú eru partarnir vorðnir samdir um at leingja samstarvið.
ÍF skrivar á heimasíðu sínari, at tann nógva orkan ið Jóan Pauli hevur lagt í arbeiði, saman við øllum hinum venjarunum, hevur millum annað viðført, at fleiri leikarar eru blivnir úttiknir til landsliðið í ymiskum aldursbólkum.
(Jóan Pauli Jacobsen, uttast til vinstru, og hetta dreingjaliðið vunnu silvur í Aalborg International Youth Games í vikuskiftinum - Mynd: ÍF)
43-ára gamli Jóan Pauli Jacobsen hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála í leiklutinum sum høvuðsungdomsvernjai í Fuglafirði.
Fótbóltur
Jóan Pauli í Fuglafirði trý ár afturat
ÍF kunngjørdi í vikuskiftinum, at felagið hevur longt sáttmálan við klaksvíkingin.
Formaðurin í ÍF, Dan Petersen, saman við høvuðsungdómsvenjaranum í Aalborg - Mynd: ÍF
2019-08-05 11:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald