
Tíðindafundur hevur júst verið á Tórsvølli í sambandi við landsliðsúttøkuna til dystirnar hjá føroysku monnunum móti Kroatia og Gibraltar í september.
Eyðun Klakstein hevur kunngjørt hópin, og har eru bæði "nýggj, men gomul nøvn, aftur meðan aðrir eru ov skaðadarvaðir hesaferð.
Hópurin til HM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn *
Verjspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland) *
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia) - leigaður úr NK Celje
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Geza David Turi, Grimsby Town, Grimsby Town (Ongland) *
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð Fredrikstad FK (Noreg) *
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson KA Akureyri (Ísland) **
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark) *
* Við í mun til seinast
** Varð ikki úttikin í fyrstu syftu men avloysti skadda Petur Knudsen til dystin móti Gibraltar
HM-undankappingardystir í september:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli: Føroyar - Kroatia
Mánadagin 8. september í Gibraltar: Gibraltar - Føroyar
Í mun til dystirnar móti Georgia og Gibraltar í juni eru nakrar broytingar. Bjarti Vitalis Mørk, ið hevur funnið støðufesti sum fyrsti málverji hjá HB, avloysir Ara í Haraldsstovu Petersen. Hetta sum triði málverji: Kappingin um at at verja málið stendur sum útgangspunkt millum Bárð á Reynatrøð og Mattias Lamhuage, ið hevur spælt Superliga-dystir í seinastuni.
Í verjuketuni er Samuel Johansen Chukwudi við aftur fyri Gullbrand Øregaard, sum avloysti júst ein skaðadarvaðan Samuel í juni. Tá noyddist SJK-verjuspælarin at geva avboð.
Daniel Johansen er ikki við hesaferð men er eitt gott boð uppá ein møguligan avloysara fyri Viljorm Davidsen, um varaliðformaðurin ikki verður tøkur. Viljormur fekk eitt slag og noyddist út í Klaksvík í gjár, men fyrstu boðini eru, at HB-spælarin burdi verið tøkur um ellivu og 14 dagar, tá Føroyar spæla. Ein avloysari er tó til reiðar, staðfesti landsliðsvenjarin á tíðindafundinum - nærri kanningar av tjúkkanum hjá Viljormi verða gjørdar í vikuni.
Liðformaðurin Hallur Hansson og "matchvinnarin" móti Gibraltar seinast Patrik Johannesen spældu bert ein hálvleik hvør fyri KÍ í oddadystinum móti HB í gjár. René Shaki Joensen fór eisini haltandi út eftir at hava havt trupulleikar eina løtu. Sambært Eyðuni Klakstein hava allir nakrar skaðatrupulleikar og eru "ov slitnir í løtuni" - millum annað eftir nógvar harðar evropeiskar dystir.
Royndir menn eru aftur - Jóan Símun fer at seta met
Meinhard Egilsson Olsen og Jóannes Bjartalíð hava báðir hava verið fastir og týðandi menn á landsliðnum seinastu árini. Nú teir eru komnir fyri seg eftir ávikavist skurðviðgerð í summar og drúgvan fótskaða, og kunnu Meinhard og Bjartalíð verða ógvuliga týðandi í september.
Tað kann Jóan Símun Edmundsson eisini. Í fjórðu úttøkuni hjá hesum landsliðsvenjaratoyminum er tað fyrstu ferð, at Jóan Símun er á listanum til sjálva úttøkuna.
Í juni avloysti 34-ára gamli toftamaðurin Petur Knudsen eftir fyrra dystin, har NSÍ'arin varð skaddur. Petur er á veg aftur - nú er Jóan Símun úttikin, og fer hann eftir øllum at døma at seta met fyri landsdystir hjá monnum í september. Royndi maðurin kom inn móti Gibraltar og var við í avgerandi málinum móti Gibraltar. Hann skoraði eisini móti Íslandi í gjár.
Meira av Tórsvølli seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald