Fótbóltur

Jóan Símun hevur nú spælt 90 A-landsdystir

33-ára gamli toftamaðurin er bert annar spælarin, sum hevur rokkið hesum. Hin er bygdamaðurin Fróði Benjaminsen, sum spældi 94 skrásettar landsdystir.

Jóan Símun Edmundsson kemur inn til sín landsdyst nummar 90. Toftamaðurin hevði fleiri góðar atgerðir á Tórsvølli í gjár - serliga í fyrra hálvleiki  (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson kemur inn til sín landsdyst nummar 90. Toftamaðurin hevði fleiri góðar atgerðir á Tórsvølli í gjár - serliga í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2024-09-08 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava nú tveir fótbóltsspælarar, sum hava spælt 90 A-landsdystir. Annar náddi hesum málinum fyri nøkrum árum síðani, hin náddi tí í gjár, og báðir eru toftamenn. 

Fróði Benjaminsen spældi 94 skrásettar dystir millum 1999 og 2017 og tók landsliðsmetið frá Óla Johannesen. Hann var liðformaður og lyklaspælari leingi. Harði miðvallarin gekk ofta á odda í serliga nærdystunum, og skoraði hann eisini 6 mál. 

[object Object]
Fróði Benjaminsen takklar her Zlatan Ibrahimovic á Friends Arena 

[object Object]Fróði Benjaminsen sæst her aftast til høgru í fagnaði eftir málið hjá Jóan Símuni Edmundsson í minniliga sigrinum í Grikklandi fyri skjótt tíggju árum síðani

Jóan Símun Edmundsson spældi á fyrsta sinni á A-landsliðnum, tá Frakland vitjaði í august 2009. Hetta var stutt eftir, at toftamaðurin, sum tá var í Newcastle, hevði skorað einsamalla málið fyri U21-landsliðið móti Russlandi.

Jóan Símun hevði júst havt 18-ára føðingardag, tá hann kom í gongd á A-landsli. Nú, 15 ár seinni, hevur hann spælt samanlagt 90 landsdystir. Nú 33-ára gamli maðurin er álopskendur og hevur mest spælt sum fremsti maður á A-landsliðnum, hóast hann ikki er "typiskur áleypari"

Hansara sereginleikar eru millum annað at taka ímóti bóltinum. Jóan Símun Edmundsson hevur skorað átta mál - nøkur av teimum heilt umráðandi og sermerkt: Her stendur málið í 1-0 sigrinum í Grikkalandi í 2014 fremst, og síðst Jóan Símun skoraði á landsliðnum var í 2-1 sigrinum á Turkalandi á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani.

Seks av teimum átta málunum hjá Jóan Símuni eru komin í sigrum. Áleyparin skoraði eisini fyrsta føroyska málið í Nations League yvirhøvur í 3-1 sigrinum á Malta á Tórsvølli. Hetta var í 2018. Seinni í ár, tá hendan Nations League kemur móti endanum, kann Jóan Símun Edmundsson taka metið fyri talið av landsdystum. Hann er eisini bert tvey mál frá at javna málmetið: Rógvi Jacobsen og Klæming Andrasson Olsen hava báðir 10 mál. 

[object Object]
Jóan Símun spælir nú á landsliðnum saman við yngra beiggjanum Andriasi Edmundsson - her koma teir á vøllin undan 1-1 dystinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tøl: FaroeSoccer og FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder