Fótbóltur

Jóan Símun og Bielefeld taptu oddadyst

Oddabrak var í 2. Bundesliguni í dag, har Jóan Símun og liðfelagarnir tóku ímóti stuttgart.

Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri Bielefeld

Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri Bielefeld

2019-09-27 19:58 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Jóan Símun Edmundsson og Bielefeld høvdu undan dystinum í dag fingið ein góða byrjan uppá landskappingina, har teir liggja á einum triðja plássi. Í dag tóku teir  ímóti Stuttgart, ið liggur á fyrsta plássi.

Onki mál kom í fyrra hálvleiki, har Stuttgart hevði bóltin meir, men bæði liðini høvdu líka nógvar málroyndir.

Eftir ein tíma blivu fortreytirnar hjá Bielefeld verri, tá Fabian Klos fekk seinna gula kortið, og var vístur av vøllinum. Stutt eftir reyða kortið, var Jóan Símun skiftur út, tá Tom Schütz avloysti hann.

Við tíggju monnum móti ellivu megnaði Bielefeld ikki, at halda fast við javnleikin, tí í yvirtíðini skoraði Hamadi Al Ghaddioui sigursmálið fyri Stuttgart.   

Næsti dystur hjá Bielefeld er ímóti Osnabrück, tann 7. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder