Í gjárkvøldið fór 21. umfar í 2. Bundesliga í gongd. Bielefeld, við Jóan Símuni Edmundssyni í byrjanaruppstillingini, vóru á vitjan í Regensburg. Eftir sigurin á stórfelagnum og oddaliðnum Hamburger SV var sjálvsálitið høgt, og Bielefeld vann eisini greiðan sigur.
Um hugt verður eftir hagtølunum, so var dysturin tó ógvuliga javnur, men longu eftir 25 minuttir var 2-0, og fimm minuttir inn í 2. hálveik økti Bielefeld.
Jóan Símun Edmundsson varð skiftur út í yvirtíðini, og var harvið mentur at spæla 90 minuttir og var við í umráðandi sigrinum. 27-ára gamli toftamaðurin hevur verið darvaður av skaða, men tykist at vera við at koma ordiliga fyri seg.
Arminia Bielefeld er nú á 10. plássi. Í løtuni hevur liðið hjá Jóan Símuni 11 stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Fótbóltur
Jóan Símun og Bielefeld við triðja sigrinum á rað
Arminia Bielefeld hevur fingið eina frálíka byrjan eftir vetrarstegðin - Jóan Sìmun Edmundsson leikti 90 minuttir í sigrinum í gjárkvøldið.
Jóan Símun og Bielefeld hava eina góða gongd í løtunu
2019-02-09 10:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald