Fótbóltur

Jóan Símun og Bielefeld vunnu á oddaliðnum

Føroyingurin fór tó út tíðliga í 2. hálvleiki, tá liðið var á odda 2-0.

2019-02-02 15:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arminia Bielefeld hevur fingið eina góða byrjan eftir vetrarsteðgin í 2. Bundesliga. Mikukvøldið vunnu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagirnir í Dresden eftir eitt flott comeback, og í dag koppaðu teir stórfelagnum og oddaliðnum Hamburger SV. 

Á heimavølli var Bielefeld miera vandamikið og sló til, hóast útiliðið hevði bóltin væl meira. Bæði málini komu í 1. hálvleiki innan eitt stutt tíðarskeið. Longu í 12. minuttir fekk Hamburg reytt kort, og hetta hjálpti eisini Bielefeld. 

Jóan Sìmun Edmundsson byrjaði við útgangsstøði í høgru og spældi teir fyrstu til tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki. Tá varð hann útskiftur, og tað líktist einum skaða ella einum snuddi. Tað er ikki vist enn, um tað er álvarsamt hjá føroyska landsliðsleikaranum. 

27-ára gamli álopskendi leikarin fekk eina blóðsamling í knæði miðskeðis í november og spældi ikki aftur fyrrenn í venjingardysti í januar. Jóan Sìmun hevði eisini trupulleikar við overving í baklærinum í heyst og noyddist at lata seg skifta út í heimadystinum ímóti Kosovo. Mikukvøldið skoraði og legði Jóan Símun úpp í 4-3 sigrinum.

Arminia Bielefeld liggur á 11. plássið við 24 stigum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder