placeholder
Fótbóltur

Jóan Símun óhepnan leiklut í oddabraki

Serveraði bóltin til frían mótstøðuleikara at skora.

2019-10-22 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið var oddabrak í næstbestu týsku fótbóltsdeildini, 2. Bundesliga, tá Arminia Bielefeld tók ímóti stórfelagnum Hamburger Sport-Verein.

Arminia hevði við einum heimasigri møguleika at taka oddasessin í deildini frá Hamburger SV.

Men so gjørdist ikki. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Føroyski landsliðsleikarin, Jóan Símun Edmundsson, fekk ein óhepnan høvuðsleiklut í dystinum, tá hann í 14. minutti hevði trekt seg aftur á vøllin, tók ímóti einum bólti og skuldi leggja hann aftur til málverjan.

Men bólturin endaði beint hjá Lukas Hinterseer, áloypara hjá HSV sum púra fríur kundi leggja gestirnar á odda.

Jóan Símun Edmundsson varð skiftur út hálvleikinum. Í byrjanini av øðrum hálvleiki javnaði Fabian Kloos fyri Bielefeld. Á videobrotinum herundir sæst, at sami Kloos hevði fleiri møguleikar fyri at avgera dystin, men fleiri mál komu ikki.

Hamburger SV liggur nú á odda í 2. bundesliga við 21 stigum, Stuttgart hevur 29 og Bielefeld 19 stig. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder