Fótbóltur

Jóan Símun skoraði gott mál í stórsigri

Bielefeld er aftur oddalið eftir knúsandi 6-0 sigur á Regensburg á heimavølli. 28-ára gamli Føroyingurin skoraði til 2-0 í 1. hálvleiki.

Jóan Símun Edmundsson var hesaferð við frá byrjan, og hann tók av (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Símun Edmundsson var hesaferð við frá byrjan, og hann tók av (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-09 15:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hamburger SV og Stuttgart vunnu tryggar sigrar í gjár, so nakað av trýsti var á Arminia Bielefeld, ið fór á vøllin tíðliga seinnapartin.

Regensburg var á vitjan, og liðið á 7. plássi fekk av álvara oyrini í maskinuna. Bielefeld kom á odda eftir eitt korter, og tíggju minuttir fyri tíðina sló Jóan Símun Edmundsson til. Ein langur bóltur varð snittaður fram til toftamannin, ið hevði tikið eina góða renning. Hann lat bóltin springa inn í brotsteign,og við veikara høgrabeininum hálvfluktaði hann bóltin hart og væl í netið

Toftamaðurin er byrjaður á bonkinum seinastu tveir dystirnar. Hesaferð byrjaði Jóan Símun Edmundsson inni á álopskenda sentrala miðvøllinum og spældi í 75 minuttir. 28-ára gamli leikarin hevur skorað fimm mál í 2. Bundesligaini, har Bielefeld nú aftur er odda - eitt stig framamnfyri HSV og trý stig frammanfyri Stuttgart.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder