Bielefeld, ið eru vælkoyrandi fyri tíðina, og framvegis eru ósigraðir, spældi í dag á útivølli ímóti niðasta liðnum í 2. Bundesliguni Wehen. Tað byrjaði annars ikki so væl hjá Bielfeld, tá Wehen legði seg á odda longu í fjórða minutti. Men aftaná 20 minuttir javnaði Cebio Soukou til 1-1. Tá 34 minuttir vóru spældir løgdu Bielefeld seg á odda 1-2, tá Fabian Klos skoraði. Og beint fyri steðgin, var tá so Jóan Símun Edmundsson, ið økti um munin til 1-3, tá hann kom einsamallur móti málmanninum, eftir mistak í Wehen verjuni, og setti bóltin trygt í netið. 1-3 var eisini hálvleiksstøðan. Stutt inn í seinna hálvleik økti Andreas Volgshammer til 1-4, áðrenn Manuel Shaffler, ið eisini skoraði til 1-0, minkaði um munin til 2-4. Seinasta málið í dystinum skey Fabian Klos, tá hann skoraði til endaliga úrsliti 2-5
Bielefeld liggur numm tvey í 2. Bundesliguni, við 15 stigum eftir 7 dystir. Teir hava tvey stig upp til oddaliðið Stuttgart, og tvey stig niður til HSV, sum tó hevur ein dyst færri, tá teir ikki spæla fyrr enn í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald