Jóan Símun Edmundsson hevur skrivað undir við Wassland-Bevern. Tað varð kunngjørt fyrr í kvøld.
Wassland-Bevern spælir í næstbestu deildini í Belgia, og Jóan Símun Edmundsson er fyrsti føroyingur sum roynir seg í belgiskum fótbólti.
29 ára gamli toftamaðurin hevur seinastu trý árini spælt við týska Arminia Bielefeld í Bundesliguni.
Jóan Símun Edmundsson her í dysti móti Liktinstein herfyri (Mynd: Jens Kr. Vang)
- Eg eri glaður fyri at fáa møguleikan at spæla við Wassland-Beveren. Klári ikki at bíða til at koma í gongd og vónandi spæla ein leiklut í at røkka málunum hjá felagnum, sigur Jóan Símun Edmundsson á Instagram.
Felagið flutti niður í næstbestu deildina í fjør, og málið er nú at vinna sær pláss aftur millum teir bestu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald