Fótbóltur

Jóan Símun við at venda dystin fyri Bielefeld

Føroyingurin minkaði til 2-3 í 4-3 sigri í hansara fyrsta dysti aftir í 2. Bundesligu.

Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri Føroyar á Tórsvølli
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Símun Edmundsson í dysti fyri Føroyar á Tórsvølli (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-30 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóan Símun Edmundsson fekk ein skaða beint undan landsdystunum í Aserbadjan og á Malta í november. Sìðani hevur føroyingurin í Týsklandi bert spælt fyri Bielefeld í seinastu venjingardystunum nú í januar. 

Í dag skuldi Arminia Bielefeld aftur í eldin í landskappingini, og talan gjørdist um eitt brak av einum dysti í Dresden. Heimaliðið var á odda 3-1 í steðginum, og Dynamo Dresden hevði staðið fyri øllum málunum, tí málið til 2-1 var sjálvmál. Tað sá einki út hjá Jóan Símun og liðfeløgunum, men so skoraði 26-ára gamli toftamaðurin stutt inn í 2. hálvleik.

Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Fabian Klos og tíggju minuttir seinni avgjørdi Julian Borner dystin. Harvið byrjaði Bielefeld eftir vetrarsteðgin, og Jóan Símun Edmundsson fekk eitt gott comeback í 2. Bundesliguni, har hann nú hevur skorað fýra mál. 

Arminia Bielefeld liggur á 14.plássið við 21 stigum. Átta stig eru niður til strikuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder