KÍ hópurin byrjar í kvøld sína ferð til Montenegro, har teir spæla mikudagin.
Við í flogfarinum verður ein maður, sum júst hevur longt við barndómsfelagið. Jóannes Bjartalíð.
Hann fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2014, og hevur síðani leikt 237 dystir fyri KÍ. Harav 198 eru leiktir í landskappingini.
Jóannes Bjartalíð hevur skorað 109 mál og lagt upp til eina rúgvu av málum.
Nú hava Jóannes Bjartalíð og KÍ longt sáttmálan til 2024.
- Vit eru errin av, at vit hava ment leikarar sum Jóannes, sum hevur síðani hann var heilt ungur, meiri ella minni verið fastur maður á liðnum - serliga við hansara framúr bóltførleika, taktiska snildi og hørðum arbeiðið, hevur ment seg til ein av okkara leiðandi leikarum, skrivar KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald