Fótbóltur

Jóannes Bjartalíð skal royna seg móti Crystal Palace

Premier League-felagið er FA Cup vinnari og tekur ímóti Fredrikstad í Conference League play-off dysti í London. Hann byrjar klokkan 20 hóskvøldið.

Jóannes Bjartalíð byrjaði inni í Herning í síðstu viku - nú bíðar ein spennandi uppgáva hjá føroyinginum og hinum hjá Fredrikstad í enska høvuðsstaðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð byrjaði inni í Herning í síðstu viku - nú bíðar ein spennandi uppgáva hjá føroyinginum og hinum hjá Fredrikstad í enska høvuðsstaðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-20 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fredrikstad var ikki nær við at senda FC Midtjylland út í 3. umfari í Conference League.

Tað er tó okkurt jaligt, og serliga við føroyskum brillum, í sambandi við samanlagda 5-1 tapið:

Jóannes Bjartalíð skoraði málið hjá Fredrikstad, tað fyrsta málið hjá skaðadarvaða klaksvíkinginum, í 2025, og ein spennandi uppgávu evropeisk uppgáva bíðar nú.

Sí eisini: Jóannes Bjartalíð skoraði móti FC Midtjylland

Tá man tapir í 3. umfari í Europa League, fær man møguleikan í play-off umfarinum í Conference League. Har rennur Fredrikstad seg í Crystal Palace.

Møguleikin hjá norsku steypavinnarunum at sláa enska steypavinnaran út má metast at vera ógvuliga lítil, men talan verður helst um eina stóra uppliving hjá Jóannesi og teimum.

Fyrri dysturin verður spældur á Selhurst Park í London. Hetta í morgin, hósdagin 21. august, klokkan 20 føroyska tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder