Í kvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar og Norra EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Fríggjakvøldið taptu Føroyar 4-1 fyri Spania, og tað var ein harður dystur hjá føroysku leikarunum.
Til venjingina í gjárkvøldið metti Jóannes Jakobsen tó, at leikararnir vóru rímiliga væl fyri og til reiðar til nýggju uppgávuna, ið verður ein heilt onnur enn tann móti Spania.
Hjálparvenjarin ásannaði at Norra er eitt sterkt lið, sum hevur nakað at prógva. Leikararnir skulu vera betri at verja móti innleggum enn í undanfarnnu dystum og noyðast at vera á í nærdystinum - avrikið skal sum altið í lagi, fyri at Føroyar skulu hava møguleikan at fáa stig, segði Jóannes millum annað við FSF Varpið. Hoyr samrøðuna omanfyri.
Jóannes Jakobsen: Avrikið skal vera har
Hjálparvenjarin sigur, at talan verður um heilt ørvísi uppgávu í kvøld í mun til dystin fríggjakvøldið..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald