Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevur í heyst spælt seks dystir í nýggju UEFA Nations League. Úrslitini og avrikini vóru heldur misjøvn; talan gjørdist um ein sigur, tveir javnleikir og trý tap - 5 stig. Føroyska liðið var ikki nær við at geva sær ein møguleika at kappast um eitt EM-atgongumerki gjøgnum kappingina og datt aftur á 98. pláss á FIFA-styrkislistanum.
Koamandi ár verður EM-undankappingin, har Føroyar verða í bólki við fýra ella fimm øðrum londum. Hjálparvenjarin, og fyrrverandi liðformaðurin á landsliðnum, sigur við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum, at hann vónar, at Føroyar fáa tíggju dystir. Hann hevur eisini ein ynskibólk:
- Reglurnar gera, at tað er torført at fáa júst tann bólk, ið ein veruliga ynskir. Tí blívur mín ynskibólkur: Kroatia, Ísland, Ísrael, Georgia, Føroyar og San Marino. Í hesum bólkinum kunnu vit heilt sikkurt vinna nøkur stig, sigur Jóannes Jakobsen við
Lutakast um. hvussu spælast skal í undankappingini til EM í 2020, verður í Dublin í morgin. FSF skrivar, at undan lutakastinum er avgjørt at tey fýra londini sum vunnu sínar bólkar í League A í Nations League, ið eru Holland, Sveis, Portugal og Ongland, fara í bólkar við fimm londum. Ein bólkur afturat verður við fimm londum meðan hinir fimm bólkarnir fara at telja seks lond.
Sum Jóannes Jakobsen nevnir eru nakrar serstakar reglur knýttar at lutakastinum. Tað er avgjørt frammanundan, at Armenia kann ikki koma í bólk saman við Aserbadjan. Gibraltar og Spania kunnu ikki koma í sama bólk. Tað sama er galdandi fyri Ukraina og Russland, og Kosovo kann ikki verða í bólki saman við hvørki Bosnia-Hersigovina ella Serbia. Hetta er orsakað av politskum viðurskiftum og ófriði landanna millum.
FSF skrivar til seinast, at veðurlagið eisini spælir inn, og har eru Føroyar innblandaðar. UEFA tekur hædd fyri, at ikki meir enn tvey lond, ið hava avbjóðingar við at avgreiða dystir í mars og november mánað, kunnu vera í sama bólki. Talan er her um Hvítarussland, Estland, Føroyar, Finnland, Ísland, Lettlandi, Litava, Noreg, Russland og Ukraina.
Lutakastið byrjar klokkan 11.00 í morginárini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald