Á ársaðalfundi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi í kvøld varð nevndin víðkað við tveimum limum, so hon nú telur níggju.
Í uppskoti vóru Olanta Norðbúð og Jógvan Skorheim, og tey komu bæði inn.
Í KÍ-nevndini eru nú Tummas Lervig, Rúni Heinesen, Kaj Dam, Sølvá J. Joensen, Hilmar Danielsen, Eyðstein Ó. Poulsen, Rói Clementsen, Olanta Norðbúð og Jógvan Skorheim.
Starvsnevndin skipaði seg eisini á fundinum, og greitt er, at Tummas Lervig heldur fram sum formaður og Rúni Heinesen sum næstformaður.
Sambært Norðlýsinum vísti roknskapurin eitt hall upp á 1,9 millión krónur fyri í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald