Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen deildur toppskjútti í frálíkum útisigri

BSV var aftanfyri 33-31 í Aalborg, men vann 34-33 við málið í seinasta sekundi. Jóhan á Plógv Hansen skoraði aftur flest mál fyri sítt lið.

Jóhan á Plógv vísti aftur síni kynstur í gjárkvøldið

Jóhan á Plógv vísti aftur síni kynstur í gjárkvøldið

2019-02-14 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen hevur fingið eina frálíka byrjan við Bjerringbro-Silkeborg, nú seinna hálva er farin í gongd eftir HM. Hann gjørdist toppskjútti fyri sítt lið í tveimum teimum fyrstu dystunum, sum vórðu leiktir fyrst í februar. Í gjár leikti BSV ímóti Aalborg, ið var oddalið undan dystinum. Har vunnu teir í svørtum ein dramtiskan sigur, og Jóhan Hansen var deildur toppskjútti við Nikolaj Markussen.

24-ára gamli høgri vongurin og liðfelagirnir spældu ein málríkan og sera spennandi dyst í Aalborg. Útiliðið var á odda 17-18 í steðginum, men tað sá út til at heimaliðið fór avstað við sigrinum, tá Aalborg í tveimum førum var á odda við trimum málum, og tá fimm minuttir vóru eftir var 33-31. Men trý mál á rað har tað seinasta kom í seinasta minutti, gjørdi at BSV fór avstað við sigrinum.

Jóhan skoraði seks mál, og BSV er nú á 5. plássið. Aalborg kom niður á 2. pláss. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder