Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen við tíggju málum í ósigri

Bjerringbro-Silkeborg tapti oddadyst, men Jóhan er flúgvandi.

Nummar tíggju skoraði tíggju fyri Bjerringbro-Silkeborg í gjárkvøldið
(Mynd: EPA)

Nummar tíggju skoraði tíggju fyri Bjerringbro-Silkeborg í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2019-02-06 10:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen tykist ikki at hava nakrar ætlanir um at slappa av eftir HM-ævintýrið. Leygardagin gjørdist hann toppskjútti í dystinum ímóti TMS Ringsted við 8 málum; í gjár skoraði Jóhan heili 10 mál og var harvið toppskjútti fyri sítt lið.

Jóhan Á Plógv Hansen toppskjutti í fyrsta dystinum eftir steðgin

Tað var tó ikki nóg mikið hjá BSV í gjárkvøldið. Peter Balling skoraði heili 11 ferð, og Team Tvis Holstebro var omaná í málríka dystinum. Tað var 16-16 í hálvleikinum, men útilið var stinnari í 2. hálvleiki og vann 37-33. Jóhan fekk harvið næstan ein triðing av málunum hjá Bjerringbro-Silkeborg og hann tykist vera flúgvandi í løtuni. 

Tað er tætt í oddinum í fremstu donsku deildini. BSV liggur nummar trý og hevur trý stig upp til oddaliðið, GOG. Jóhan og liðfelagirnir hava leikt ein dyst fleiri. TTH er nú bert tvey stig aftanfyri á 5. plássið. Um eina viku mikudagin 13. februar er aftur spennandi dystur á skránni, tá BSV vitjar í Aalborg, ið liggur á 2. plássið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder