Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen toppskjútti í fyrsta dystinum eftir steðgin

Føroyingurin á høgra vongi skeyt átta mál fyri BSV í tryggum sigri.

2019-02-02 10:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ævintýrið í HM-endaspælinum, har Danmark sannførandi vann gull á heimavølli, var tíð uppá at koma aftur til dagligdagin hjá Nikolaj Markussen, Nikolaj Øris og Jóhan á Plógv Hansen. 

Bjerringbro-Silkeborg leikti í gjár sín fyrsta dyst eftir steðgin sum hevur verið í landskappingini síðani 22. desember. TMS Ringsted var á vitjan hjá BSV, og Jóhan og hinir vunnu greitt á liðnum ið stríðist í botninum. Tað var 21-12 í steðginum og 32-26 eftir seinasta bríksl.

Tað vóru heimsmeistararnir, sum vístu vegin í Silkeborg. Serliga var Jóhan á Plógv í hopla, og 24-ára gamli vongurin skeyt átta mál og gjørdist toppskjútti í dystinum. Hann vísti tryggleika og hevur helst notið gott av upplivingini sum partur av HM-hópinum.

Bjerringbro-Silkeborg liggur á 3. plássið og spælir longu aftur týskvøldið. Aftur er talan um heimadyst - mótsstøðuliðið er Team Tvis Holstebro

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder