Hondbóltur

Johan á Plógv heldur ikki fram í Flensburg

Høgri vongurin var ikki við á danska landsliðnum til OL í summar, og sleppur ikki at halda fram í SG Flensburg-Handewitt aftaná hetta kappingarárið.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-04 12:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen skiftir felag eftir hetta kappingarárið.

Tað skrivar tv2.dk.

Hann hevur síðan 2022 spælt við SG Flensburg-Handewitt, men felagið boðar frá, at 30 ára gamli høgri vongurin ikki sleppur at halda fram.

Áðrenn hevur havnarmaðurin eisini spælt við Hannover-Burgdorf, og eisini donsku Skanderborg og Bjerringbro-Silkeborg håndbold.

Johan á Plógv Hansen hevur seinastu árini verið partur av nógv vinnandi danska landsliðnum, men hann var ikki við í OL-hópinum í summar, sum endaði við at vinna gull.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder