Hondbóltur

Jóhan á Plógv millum teir bestu í dystinum móti Svøríki

Sambært hondbóltsviðmerkjara hjá DR Sporten, var føroyski Jóhan á Plógv Hansen ein av teimum, sum kláraðu seg best í dystinum móti Svøríki, har Danmark endaði við at tapa við trimum málum.

Jóhan á Plógv Hansen var millum teir leikarar, sum kláraðu seg best á danska landsliðnum sunnudagin, sigur hondbóltsviðmerkjari hjá DR Sporten (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv Hansen var millum teir leikarar, sum kláraðu seg best á danska landsliðnum sunnudagin, sigur hondbóltsviðmerkjari hjá DR Sporten (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-02 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava vunnið fýra dystir á rað í OL-bólkaspælinum, tapti Danmark í gjár móti Svøríki.

Dysturin endaði 33-30 til Svøríki, men hóast hetta vann Danmark kortini bólkin, og í morginárini skulu danir hitta Noreg í fjórðingsfinaluni.

Lars Krogh Jeppesen, hondbóltsviðmerkjari hjá DR Sporten, hevur givið leikarunum og venjaran karakter eftir tapið í gjár, og hjá bæði venjarunum og flestu leikarunum, er karakterurin í lægri endanum.

Men føroyski leikarin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen varð mettur at vera ein av teimum bestu í gjár.

Tann leikarin, sum fekk hægsta karakterin var Mathias Gidsel, ið fekk eitt 10-tal, meðan Jóhan og ein annar leikari fingu 7. Les meira her.

– Hann varð skrivaður fyri fimm mál í sjey royndum, men vísti eisini karakter sum brotsskastskjútti, har hann brúkti teir møguleikar, hann fekk. Ein rættiliga góður dystur hjá danska høgravonginum, verður m.a. sagt um Jóhan á Plógv Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder