Hondbóltur

Jóhan á Plógv seldur til útlendskt felag

Næsta summar gevst føroyski hondbóltsleikarin hjá Bjerringbro-Silkeborg. Ógreitt er, hvat felag hann fer til, men fleiri týsk feløg vóru áhugað í honum.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-28 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt við danska hondbóltsfelagnum Bjerringbro-Silkeborg síðan summarið 2015, men nú er hann seldur til eitt útlendskt felag.

Bjerringbro-Silkeborg skrivar á heimasíðu sína, at Jóhan á Plógv fer at gevast hjá felagnum eitt ár áðrenn, at sáttmáli hansara gongur út. Sáttmáli hansara var annars galdandi til juni 2021.

Jóhan á Plógv sigur, at hann setur stóran prís uppá ta tíðina, hann hevur spælt við Bjerringbro-Silkeborg.

- Eg kom úr Skanderborg sum ein ungur leikari, sum ikki hevði so nógvar royndir, og eg var til reiðar at læra eina rúgvu frá teimum eldru, betri royndu leikarunum, sum longu tá vóru í Bjerringbro-Silkeborg. Eg havi lært serstakliga nógv á vøllinum, men mest av øllum uttanfyri vøllin.

Jesper Schou, stjóri í Bjerringbro-Silkeborg sigur, at tað altíð hevur verið endamálið at fáa Jóhan víðari til eitt útlendskt felag, og fegnast tey í felagnum um, at tað nú hevur eydnast teimum.

Felagið sigur einki um, hvat útlendsk felag Jóhan skal skifta til, men tað hevur verið frammi, at fleiri týsk feløg vóru áhugað í Jóhan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder