2019-01-07 07:24
Danmark spældi í gjár seinasta venjingardystin áðrenn HM. Úrslitið gjørdist eitt 28-25 tap móti Ungarn.
Hóast danir ikki hava nógv at fegnast um við dystinum, kunnu føroyingar fegnast um avrikið hjá Jóhan á Plógv Hansen.
Jóhan spældi ein góðan dyst á høgra vongi og skoraði fýra mál.
Ikki er vist at Jóhan á Plógv Hansen verður við til HM, nú Hans Lindberg er um at verða klárur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald