Hondbóltur

Jóhan og BSV á toppinum

Bjerringbro/Silkeborg vann í dag tryggjan heimasigur í Champions League; føroyski toppskjúttin í kappingini skoraði seks ferðir.

2018-11-04 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur strúkandi hjá Jóhan á Plógv Hansen og hansara felagið í Jútlandi. Bjerringbro/Silkeborg er oddalið í donsku landskappingini, og eftir sigurin í dag í Champions League er liðið framvegis á odda í bólkinum har. 

Besiktas var á vitjan, og eftir hálvleiksstøðuna 16-12 vann Bjerringbro/Silkeborg við sjey málum; 34-27. Sigurin var ongantíð veruliga í vanda, og Jóhan á Plógv gjørdi sítt til. Høgri vongurin skoraði seks mál; harav vórðu fýra sett sera trygt inn uppá brotsskast. 

Jóhan hevur skorað 43 mál í seks dystum í størstu kappingini fyri feløg og er í løtuni á odda á toppskjúttalistanum í allari kappingini. Bjerringbro/Silkeborg hevur 10 stig fyri seks dystir í bólki C og er á veg at koma víðari harfrá.

Jóhan á Plógv Hansen varð ikki úttikin til danska landsliðið til dystirnar móti Ukreina og Føroyum. Veteranarnir Hans Lindberg og Lasse Svan eru framvegis frammanfyri á plássinum. Tað er tó eingin sum helst ivi um, at høgri vongurin hjá oddaliðnum og toppskjútin í Champions League bankar av álvara uppá. 

Bjerringbro/Silkeborg spælir mikukvøldið á útivølli móti KIF Kolding.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder