Hondbóltur

Jóhan skal spæla móti Føroyum

Føroyski vongurin er millum teir 18, ið Nikolaj Jacobsen hevur úttikið til EM-undankappingardystirnar í juni.

Jóhan á Plógv Hansen og Jannick Green eftir sigurin á Montenegro í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv Hansen og Jannick Green eftir sigurin á Montenegro í apríl (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-24 12:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 16. juni dystast Danmark og Føroyar í Gigantium í Aalborg. Føroyska liðið er ikki úttikið enn, men í morgun kunngjørdi danska hondbóltssambandið, hvørjir 18 eru úttiknir til seinastu EM-undankappingardystirnar hjá heimsmeistarunum, ið verða í Ukreina og á heimavølli móti Føroyum. Nikolaj Jacobsen hevur millum annað tikið 25-ára gamla føroyingin Jóhan á Plógv Hansen út til dystirnar.

Tá Føroyar og Danmark hittust í Skjen í oktober, vóru donsku høgru vengirnir Lasse Svan og Hans Lindberg, ið hevur føroyskar røtur. Nú hevur veteranurin Lindberg steðg frá landsliðnum, og tað er ivasamt, um hann kemur aftur. Hetta merkir, at afturat einum av heimsins bestu á plássinum kemur Jóhan á Plógv, ið hevur havt eitt sera gott kappingarár í Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan var eisini við til dystirnar móti Montenegro í apríl. Har fekk hann bert átta minuttir; teir komu í seinna dystinum í Royal Arena, har føroyski vongurin skoraði eitt mál í danska stórsigrinum.   

Eftir hendan dystin segði Jóhan á Plógv Hansen við Portalin, at fyri hann hevði tað verið ógvuliga stuttligt og nakað heilt serligt at sleppa at spæla móti Føroyum. 

Jóhan á Plógv: Serligt at vera í bólki við Føroyum

Í næsta mánaði sleppur Jóhan so at royna seg móti føroyska liðnum. Í danska hópinum er ógvuliga nógv góðska og leikarar í heimsflokki sum Niklas Landin, Mikkel Hansen og Rasmus Lauge. 

Danski hópurin: 

Málverjar:
Niklas Landin
Jannick Green
Kevin Møller

Strikuleikarar:
Simon Hald
Anders Zachariassen
René Antonsen

Vengir:
Johan Hansen
Lasse Svan
Magnus Landin
Magnus Bramming

Bakleikarar: 
Nikolaj Øris
Niclas Kirkeløkke
Jacob Holm
Mikkel Hansen
Mads Mensah
Rasmus Lauge
Lasse Andersson
Henrik Møllgaard

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder