Hondbóltur

Jóhan toppskjútti í donskum stórsigri

Danmark vann við heili tjúgu málum á Kongo. Jóhan á Plógv Hansen spældi fyrra hálvleik og skoraði átta mál uppá níggju royndir.

Jóhan á Plógv Hansen skorar her eitt av sínum átta málum (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen skorar her eitt av sínum átta málum (Mynd: EPA)

2021-01-17 23:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Demokratiska lýðveldið Kongo er nýtt í HM-høpi, og hetta sást móti heimsmeistarunum í kvøld. Danmark, ið byrjaði uttan Niklas Landin, Mikkel Hansen, Lasse Svan, Mads Mensah og Henrik Mølgaard, hevði nakrar trupulleikar fyrstu løtuna, men skjótt fann liðið rútmuna. Spælið var skjótt, og í verjuni var tamaharld á tí mesta - tó ikki á tunga strikuleikaranum Gauthier Mvumbi sum skoraði uppá øll síni fýra skot og er vorðin ein ímynd. 

Stóri Emil Nielsen í málinum gjørdi vart við seg í sínum fyrsta endaspælsdysti og varð kosin til besta leikara í dystinum. Tað var Jóhan á Plógv Hansen, ið skoraði flest mál í dystinum. Høgri vongurin var tryggur uppá átta av sínum níggju skotum: Nøkur vóru eftir kontra, har danir revsaðu Kongo (eitt var í tómt mál), okkurt var í spískum og okkurt var við nógvum plássið á vonginum. Tveir vóru úr sjey metrum, har Jóhan í seinna førinum lobbaði uppum Jacoby, ið er uppvaksin í Svøríki. 

Hóast ein heilt góðan fyrra hálvleik, ið Danmark vann 23-10, so slapp Jóhan ikki at halda fram eftir stegðin. Svan slapp framt, og tað var "cruise control" í seinna hálvleiki hjá Danmark, ið týsdagin skal royna at tryggja sær 1. plássið í bóltinum. Tá bíðar Argentina, sum í dag vann á Bahrain.

Úrslitini í dag - 17.01 - og støðurnar í bólkunum

Bólkur A:
Týskland - Grønhøvdaoyggjarnar 10-0 *
Ungarn - Uruguay 34-27 (19-14)

Týskland vann uttan dyst - Grønhøvdaoyggjarnir høvdu ov nógvar koronutilburðir

Týskland 4
Ungarn 4
Grønhøvdaoyggjarnar 0

Uruguay 0

Seinasta umfar - 19. januar
Uruguay - Grønhøvdaoyggjarnar
Týskland - Ungarn

Bólkur B:
Tunesia - Brasil 32-32 (20-16)
Spania- Pólland 26-27 (11-14)

Spania 3
Pólland 2
Brasil 2
Tunesia 1


Seinasta umfar - 19. januar
Tunesia -Spania
Pólland - Brasil


Bólkur C
Katar - Japan 31-29 (13-16)
Kroatia - Angola 20-28 (11-12)

Katar 4
Kroatia 3
Japan 1
Angola 0

Seinasta umfar - 19. januar
Japan - Angola 
Kroatia - Katar

Bólkur D
Argentina - Bahrain 24-21 (13-14)
Danmark - Kongo 39-19 (23-10)

Danmark 4
Argentina 4
Kongo 0
Bahrain 0

Seinasta umfar - 19. januar
Bahrain - Kongo
Danmark - Argentina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder