THW Kiel er mest vinnandi felagið í týskum hondbólti, og í gjár vóru Hannover-Burgdorf og Jóhan á Plógv Hansen á vitjan í Sparkassen-Arena í 2. umfari í Bundesliguni.
Tað var útiliðið, ið var betri í 1. hálvleiki, og Jóhan á Plógv Hansen fór beinanvegin í gongd við at skora mál. 26-ára gamli høgri vongurin var sera tryggur uppá síni trý brotskøst og skoraði annars úr spískum, uppá kontraálop og tá hann varð spældur fríur. Jóhan skeyt einaferð framvið, tá hann fór úr spískum og skoraði átta av níggju í 1. hálvleiki. Harvið var Jóhan á Plógv tann ið stóð sterkast í myndini í málríka 1. hálvleikinum.
Í steðginum var Hannover-Burgdorf á odda 18-17. THW Kiel var uttan skøddu Sander Sagosen, Nikola Bilyk og Niklas Landin - eina løtu var 42-ára gamli Mattias Andersson í Kiel-málinum. Favorittarnir komu tó betri í gongd í álopspartinum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki megnaði liðið hjá Jóhan ikki heilt at fylgja við Duvnjak og co., og tað endaði 34-31 til THW Kiel. Føroyingurin skoraði eitt mál í 2. hálvleiki og endaði við níggju málum úppá 12 skot - 75 prosent.
Harvið gjørdi Jóhan Plógv á Hansen veruliga vart við seg á stóra pallinum. Hann var toppskjútti á liðnum og, saman við svianum Niklasi Ekberg, eisini í dystinum. Donsku viðmerkjararnir høvdu nógv rós til Jóhan fyri at vera kaldur og fyri at skora so nógv mál á stóra pallinum. Teir komu inn á, at tað er eingin ivi um, at fyrrverandi Bjerringbro-Silkeborg er framtíðaravloysarin hjá Hans Lindberg og Lasse Svan á høgra vongi á danska landsliðnum. Hansara skotvariantar og lopstyrki vóru tikin fram sum stórar styrkir, og tað varð millum annað víst á, at tað vanliga tekur eina tíð hjá leikarum sum koma til Bundesliguni úr Danmark at veruliga gera vart við seg, tí leikferðin og góðskan er hægri.
Jóhan á Plógv Hansen hevur skorað 15 mál í sínum tveimum fyrstu Bundesliga-dystum. Hannover-Burgdorf, ið vann í 1. umfari, spælur longu aftur fríggjakvøldið. Tað verður á heimavølli móti botnliðnum Coburg 200
Hondbóltur
Jóhan toppskjútti í Kiel
Føroyingurin gjørdi veruliga um seg við níggju málum. Hetta var tó ikki nóg mikið hjá Hannover-Burgdorf til at fáa stig, men serliga fyrri hálvleikur var góður hjá Jóhan á Plógv og liðnum.
Jóhan á Plógv Hansen er byrjaður ógvuliga væl í sterkasti deildini í heiminum. Í gjár gjørdi hann av álvara vart við segá stóra pallinum við at skora átta mál uppá ein hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)
2020-10-07 06:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald