Tað eru tveir føroyingar, ið eru við til olympisku leikirnar í Tokyo. Sverri Sandberg Nielsen rør single-scullara og skal í nátt royna at rógva seg í finaluna.
Les eisini: Sverri Sandberg Nielsen róð seg í hálvfinaluna
Miðvingurin er ein heiðursmerkjavón hjá Danmark, og tað er manslandsliðið í hondbólti sannliga eisini. Danir vunnu gull í Rio fyri fimm árum síðani, og nú snýr tað seg um at endurvinna.
Liðið hevur undir Nikolaj Jacobsen vunnið HM tvær ferðir síðani tað, og í báðum førum hevur nú 27-ára gamli føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen verið við. Hann spældi í tíggju ár í Danmark - fyrst sum ungdómsleikari. Seinasta árið hevur Jóhan spælt fyri Hannover-Burgdorf í Bundesliguni, og nú er hann við til OL fyri fyrstu ferð.
Jóhan skoraði trý mál í fyrsta dystinum hjá Danmark, ið liðið vann 47-30 á Japan, var ikki á vøllinum í fimm-máls sigrinum á Egyptalandi, men í nátt okkara tíð spældi hann allar 60 minuttirnar á høgra vongi og skoraði seks mál - dysturin varð bríkslaður í gongd klokkan 09 lokala tíð. Jóhan á Plógv Hansen hevði seks skotroyndir so sigast má, at hann var ógvuliga tryggur. Tvey at skotunum vóru í tómt mál - eftir at Bahrain hevði mist bóltin, meðan liðið spældi sjey ímóti seks - men annars var nummar 26 sera tryggur móti annars vælleikandi málverjanum, eisini tá hann leyp inn frá spískum.
Jóhan á Plógv Hansen fekk hægsta støðumet frá viðmerkjaranum hjá TV2, Bent Nyegaard
Lasse Svan, ið er fyrstaval á høgra vongi, var slett ikki á dómaraseðlanum. Verjustýrimaðurin Henrik Mølgaard varð eisini spardur, og hann sat, eins og málverjin Niklas Landin, á bonkinum allan dystin. Men Danmark hevur góðsku á øllum plássum í næstu ketu eisini, og Kevin Møller úr FC Barcelona var ógvuliga stinnur í málinum, verjan hekk væl saman, og bert sjey mál fóru inn í 1. hálvleiki. Danir høvdu heldur trupult við at fáa álopsspælið ordliga á glið í tíðarbilum, og stórir møguleikar vórðu brendir nakrar ferðir.
Móti endanum av hálvleikinum og í 2. hálvleiki gjørdist betri - millum annað tí at Danmark fór at spæla sjey ímóti seks við Mikkel Hansen í bakketuni. Danir fóru frá Bahrain og vunnu 31-21. Harvið hevur Danmark fult stigatal eftir tíggjar dystir og er víðari til fjórðingsfinaluna. Hósdagin skulu danir spæla móti Portugal. Seinasti dystir í bólkaspælinum verður helst ein bólkafinala - sunnudagin móti Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald