Jóhan verður við móti Niðurlondum

Kennir seg kláran at spæla aftur eftir at hann hevur sitið uttan fyri við slysni undir EM-kappingini í hondbólti.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-01-24 16:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú klokkan 17 spælir danska landsliðið í hondbólti dyst í EM-kappingini í Ungarn móti Niðurlondum.

Og tað verður við føroyinginum Jóhan á Plógv Hansen á liðnum.

Eftir fyrsta dystin í kappingini varð staðfest, at Jóhan hevði fingið slysni í annað beinið, og var ikki førur fyri at renna. Hann varð tí settur uttanfyri, og veteranurin á liðnum, sum Jóhan júst hevði tikið plássið frá, Hans Lindberg, varð kallaður til hópin, og røkti uppgávurnar á høgra veingi saman við hinum vonginum, Lasse Swan.

Men í síðstu viku fekk Lindberg staðfest korona, og varð tí settur í karantenu.

Í dystinum móti Kroatia leygarkvøldið spældi Danmark bara við einum høgra veingi í hópinum.

Men nú er Jóhan so mikið birgur aftur, at hann kann spæla og venja uttan trupulleikar. Hann hevur vant við liðnum um vikuskiftið, og er nú til reiðar aftur at spæla, nú Danmark tekur ímóti Niðurlondum klokkan 17.

Viðmerkjararnir hjá TV2 rokna ikki við, at Jóhan á Plógv kemur at byrja inni, men teir ivast ikki í, at vit fara at síggja hann í dystinum í kvøld.

Danska liðið hevur í dag fingið ein lættari veg til hálvfinalurnar, tí at Ísland í dag misti týðandi stig í kappingini. 

Íslandinger taptu við einum máli móti Kroatia fyri løtu síðani

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder