Hann kom heim úr Danmark í summar og spældi í seinnu hálvu átta dystir fyri 1. deild hjá B36, ið tryggjaði sær sæti í deildini á seinasta leikdegi. Jóhann Hansson Joensen skoraði fimm mál - hattrik í 4-1 sigrinum móti Skála og tvey mál í 4-2 sigrinum á 07 Vestur.
Jákup Mørk og Jóhann Hansson Joensen (Mynd: b36.fo)
18-ára gamli framrættaði leikarin var tvey ár í Sønderjyske. Nú hevur hann undirskrivað ein tvey ára sáttmála við B36.
Jóhann hevur umboðað Føroyar á U15, U17 og U19 landsliðnum. Seinast í tveimum dystum í EM-undankappingini sum var í Danmark í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald