Fótbóltur

Jóhanna fekk fyrstu minuttirnar á danska landsliðnum

Tað bleiv til ein góðan hálvan tíma á danska landsliðnum hjá 18 ára gomlu Jóhannu Fossdalsá Sørensen. - Hetta kann eg brúka sum íblástur til enn meira, sigur hon.

(Mynd: DBU)

(Mynd: DBU)

2024-02-28 17:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jóhanna Fossdalsá Sørensen fekk í dag sínar fyrstu minuttir á danska landsliðnum. Tað fekk hon í einum venjingardysti móti Eysturríki í spanska býnum Marbella, har kvinnulandsliðið er á venjingarlegu í hesum døgum.

18 ára gamla stórtalentið, sum dagliga spælir við BK Häcken í Gøteborg, kom á vøllin tá ein tími var leiktur. Beinanvegin gjørdi hon um seg við góðum bóltrøringum og góðum sjálvsáliti.

[object Object](Mynd: DBU)

Tað eydnaðist tó ikki Danmark at skora nakað mál meðan hoyvíkingurin var á vølli. Eysturríki legði seg á odda longu eftir 11 minuttir, og Pernille Harder javnaði í 52. minutti. Fleiri mál komu ikki í dystinum.

- Hetta var mega feitt at vera við til og eitt kempi upplivilsi, segði Jóhanna Fossdalsá Sørensen við DR aftaná dystin.

- Hetta er tað, eg havi vant ímóti seinastu vikuna, og eg kenni meg tryggna at spæla saman við gentunum, og tær eru góðar at seta meg inn í alt, segði hon.

- Nú havi eg roynt at spæla ein A-landsdyst, og tað kann eg brúka sum íblástur til enn meira, og vónandi sleppa við næstu ferð eisini, segði Jóhanna Fossdalsá Sørensen.

Jóhanna Fossdalsá Sørensen hevur áður umboðað føroysk ungdómslandslið, men síðstu árini hevur hon spælt við U16, U17 og U19-landsliðunum hjá Danmark.

Sí eisini: Video: Við Jóhonnu handan leiktjøldini á danska landsliðnum

[object Object](Skíggjamynd: DR)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder