Jóhanna Fossdalsá Sørensen skifti í summar til táverandi svensku meistararnir BK Häcken. Liðið vann sær stutt seinni rættin at spæla í bólkaspælinum í Champions League - sum eitt av 16 liðum - og seinastu mánaðirnar hevur 18-ára gamla hoyvíkskvinnan verið føst í byrjanaruppstillingini í stóru kappingini.
Sí eisini: Jóhanna og Häcken eitt fet nærri víðari luttøku
Hon hevur millum annað verið við til at fáa stig móti Chelsea á Stamford Bridge, og í gjár kundi BK Häcken spæla seg víðari við at vinna í Madrid. Útiliðið skoraði eisini einsamalla málið á Alfredo di Stefano-leikvøllinum móti mæta Real Madrid.
Jóhanna skapti stóran møguleika eftir 17 minuttir við góðari alvering í dýbdina. Áleyparin tók ikki av, men í 62. minutti fekk svenska liðið fríspark inni á hálvuni hjá Real Madrid. Jóhanna Sørensen tók stutt við sínum vinstra beini, og nøkur sekund seinni lá bólturin í málinum eftir innlegg og stútara.
Málið sæst frá 4.50 (Youtube/DAZN)
Jóhanna í nærdysti í Madrid (Mynd: EPA)
Stórr fagnaður á teimum á svenska liðnum (Mynd: EPA)
Útiliðið helt fast. Man hevði enda nummar tvey kortini, tí Chelsea vann í París, men enn ein flottur sigur hjá svenska liðnum - felagið er víðari til fjórðingsfinalurnar í kappingini fyri fyrstu ferð í 11 ár.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen spældi 75 minuttir í sigrinum, og hevur hon higartil fingið eina rúgvu av góðum royndum í Champions League. Jóhanna hevur fingið sín fótbóltsvøkstur í HB og í Danmark. Higartil hevur hon umboðað donsk ungdómslandslið.
Í næstu viku fæst greiða á um Jóhanna og Häcken skulu spæla ímóti Barcelona, Lyon ella PSG.
6. og seinasta umfar í Champions League-bólkaspælinum
Í gjár, mikudagin 30. januar
Real Madrid - BK Häcken 0-1
Paris FC - Chelsea 0-4
Endaliga støðan í bólki D:
1. Chelsea 14 stig
2. BK Häcken 11 stig
----------------------
3. Paris FC 7 stig
4. Real Madrid 1 stig
Tvey lið eru víðari til fjórðingsfinalurnar. Lutakastið til tær verður týsdagin, 6. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald