Hann var ein umráðandi partur av meistaraliðnum í ár, hevur verið kosin besti leikari í Svøríki fyri einstakan mánaða og hevur víst seg heilt væl fram í evropeisku dystunum hjá Sävehof - um so mótstøðan hevur verið fronsk, týsk og millum annað við einastandi tekniskum málum, harav eitt varð kosið tað besta í umfarinum.
Serstaka málið hjá Eliasi sæst síðst í videobrotinum
At nógv eygu eru vend ímóti nummar 71 hjá IK Sävehof er tískil ikki løgið, og tað er helst greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki verður so leingi í svenskum hondbólti, og at hann fer at spæla fast á uppaftur hægri støði. 19-ára gamli føroyingurin hevur eisini sagt, eftir at hann er komin svenskan hondbólt, at málið er at verða heimsins besti hondbóltsleikari.
Í 2022 fer hann framhaldandi at menna seg í Svøríki, at royna at endurvinna svenska meistaraheitið og at føra Sävehof langt í European League. Hetta varð staðfest í gjár, jólaaftan, tá Elias hevði eina heilt stutta jólaheilsan til Sävehof-fjepparar á youtube-síðu felagsins:
- Eg vil gjarna ynskja øllum eini góð jól, og fortelja at eg verði verandi í Sävehof í minst eitt ár afturat.
Tað hevur helst verið áhugi, umframt fyrispurningar, aðrastaðni frá, men 19-ára gamli hoyvíkingurin, sum miðskeiðis í januar á heimavølli skal royna at hjálpa føroyska landsliðnum víðari í HM-undankappingini, fer eisini at spæla í gul-svørtum í 2022, og hetta gleði helst fjepparar felagsins.
Næsta uppgáva hjá IK Sävehof er á heimavølli móti Guif í morgin, 2. jóladag, klokkan 12.45. Liðið er í løtuni á odda í Handbollsligan við 21 stigum fyri 14 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald