Hondbóltur

Elias toppskjútti í Fraklandi

Sävehof hevur í kvøld vunnið við fimm málum á Pays d'Aix UC, sum í løtuni liggur á 3. plássi í fronsku kappingini. Elias Ellefsen á Skipagøtu skipaði spælið hjá svenska liðnum tað mesta av EHF European League-dystinum og skoraði seks mál og legði upp til seks.

19-ára gamli Elias á Skipagøtu spælir nú regluliga á evropeiska pallinum

19-ára gamli Elias á Skipagøtu spælir nú regluliga á evropeiska pallinum

2021-11-16 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

IK Sävehof kappast i oddinum í Handbollsligan, har liðið frá Partille, nær við Göteborg liggur á 2. plássi, og liðið hevur nú vunnið tveir dystir á rað í EHF European League. Hetta er greitt eftir 30-25 sigurin í Pays d' Aix UC í kvøld.

Mótstøðuliðið liggur nummar trý í bestu fronsku deildini - bert Nantes og PSG eru frammanfyri og var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men útiliðið var greitt omaná frá byrjan, og veruligur spenningur var ongantíð í dystinum.

Verjan hjá Sävehof og serliga málverjin Bertram Obling stóð væl. Ofta vóru mistøk hjá heimaliðnum revsað væl og skjótt við kontraálopum. Obling hevði eitt bjargingarprosent á 54 prosent eftir fyrra hálvleik.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var fyri tað mesta inni í álopinum - hann fekk eina útvísing í verjustøðu í fyrra hálvleiki - og har skipaði hann oftast spælið hjá svenska liðnum. Tað gjørdi hann fyri tað mesta við ferð og dygd, og fyrsta mál hansara var eitt ordans undirhondsskot, har hoyvíkingurin so at siga bovlaði.

Hann skoraði trygt uppá síni fyrstu trý brotskøst og brendi eitt seint í dystinum, tá alt var avgjørt. Elias hevði seks assist, afturat sínum seks málum, eftir okkara uppteljing, og harvið gjørdi hann verulig vart við seg á evropeiska pallinum. Hann var javnsettur toppskjútti við danan Rune Schröder, ið 19-ára gamli føroyingurin spældi upp nakrar ferðir.

Sävehof er oddalið í bólkinum eftir trý umfør.

EHF European League - bólkur C
triðja umfar - 16.11
Pays d' Aix UC - IK Sävehof 25-30 (10-16)

Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Rune Schröder 6 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder