Fótbóltur

Jólaligir KÍ’arar: - Kundu spælt í grønum blusum og við nissuhúgvum

(2 min) Conference League-bólkaspæl men jólini nærkast í hvørjum: Liðformaðurin ynskir sær hálvhosur í kuldanum, málrevurin hugsar mest um matin, meðan svenski málverjin bert vil hava trý stig móti Slovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-30 10:17 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

KÍ-spælararnir fáa ikki jólaferiu frá fótbólti fyrrenn um tvær vikur, men 1. desember er í morgin. Vit spurdu trý KÍ umboð á Tórsvølli um jólahýrin.

Páll Andrasson Klettskarð fekk staðfest, at man í støðuni noyðist at siga nei til nakrar jólafrokostar. Annars gleðir royndi áleyparin til matin á borðinun um jólini - jólagávurnar ætlar hann at keypa í Lille eftir síðsta dystin.

Jákup Biskopstø Andreasen viðurkennir, at konan fær uppgávuna at keypa allarflestu gávurnar. Liðformaðurin ivast nógv í, hvat hann ynskir sær, men einar hálvhosur høvdu komið væl við í kuldanum, sum nú er. Jákup er komin í jólahýr og helt fyri, at menn á veg suður til venjingina høvdu tosað um at spæla í grønum og nissuhúgvum móti Slovan.

Svenski málverjin heldur at tað merkist jólahugni í Føroyum - tó ikki við líka ógvusligum pynti sum í Oslo, har Nils Jonathan Johansson búði, tá Magne Hoseth ringdi hann upp tíðliga í summar. Málverjin ynskir sær fyribils bert trý stig móti Slovan í kvøld, so at KÍ hevur møguleika at koma víðari í Conference League.

Sí video ovast - vit tosaðu eisini við teir tríggjar um fótbólt. Sí leinkju niðanfyri.

Jonathan Johansen: Ger tað meira einfalt at vit skulu vinna

Jákup: Heimavøllurin er stórur fyrimunur

Páll Klettskarð: Vita hvat vit eru sterkir til og trúgva uppá tað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder