2020-01-08 16:58
51-ára gamli vágbingurin Jón Pauli Olsen varð í heyst kosin ársins ungdómsvenjari, og nú er greitt, at hann heldur fram í FC Suðuroy og við arbeiðinum á Fótbóltsakademi Føroya.
Felagið kunngjørdi hetta fyrr í vikuni, og segði at har var man sera nøgdur við tað arbeiði, ið Jóan Pauli hevur framt. Fótbóltsakademii og skúlafótbólturin er partur av tí, ið FC Suðuroy og Jóan Pauli Olsen hava sett í gongd.
Nýggj trý-ára avtala er gjørd millum partarnar, og ætlanin hjá FC Suðuroy er at lyfta ungdómsfótbóltin í felagnum upp á eitt enn hægri støði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald