Eftir HM-endaspælið fyri U21-landslið í summar í fjør skifti Jónas G. Djurhuus úr barndómsfelganum H71 til HØJ í næstbestu donsku deildini. Nú gongur leiðin víðari til Norra.
Spælskiparin skal nú spæla fyri Viking Håndbold. Hetta skrivar felagið úr Stavanger í dag. Jónas fer at spæla saman við við Kjartan Johansen, ið hann kennir væl frá landsliðnum og við Helga Hildarson Hoydal, ið eisini er liðfelagið landsliðnum; hesir báðir kennast eisini væl frá Hoyvík.
Viking liggur á sætta plássið í næstbestu norsku deildini. Jónas G.Djurhuus fer til Noregs eftir landsliðssamlingina í januar. Hann kann fáa sín fyrsta dyst í nýggja felagnum um ein mánað, 30 januar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald