Oyggjaleikir 2023

Jónas eigur nú oyggjaleikametið

Skavaði 0,31 sekund av gamla metinum.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-10 23:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ikki einans ein flottur sigur, tá Jónas Gunnleivsson Isaksen rann frá sínum mótstøðumonnum í finaluni í 400 metra renning í kvøld.

Hann fekk eisini eina góða tíð, tí tað er ongin annar, sum hevur runnið so skjót á oyggjaleikum.

46,02 er nýtt oyggjaleikamet á 400 metrum.

Gamla metið átti Jamal Walton, sum rann í tíðini 46,33 tá hann vann kappingina í Gotlandi í 2017.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder