Eftir HM-endaspælið við U21 fyri tveimum árum síðani fór hoyvíkingurin Jónas Gunnarson Djurhuus at royna seg í donskum hondbólti. Spælskiparin hevði sum ungur í føroysku kappingini við H71 og á sera góða U21-landsliðnum víst stórt hegni og spælskil. Hann umboðaði HØJ í næstbestu deildini í Danmark fram til í vetur. Seinasta hálva árið hevur Jónas spælt saman við millum øðrum Kjartani Johansen og Helga Hildarson Hoydal í Viking Stavenger í næstbestu norsku deildini, men nú er tað kapittli av:
- Eg havi valt at flutt aftur til Keypmannhavnar, og eg verið allarhelst partur av hópinum hjá FIF næsta ár.
(Liðfelagðin á landsliðnum, Rói Berg Hansen, verður nú allarhelst eisini liðfelagið til dagliga; Rói hevur spælt fyri FIF seinastu tvey árini - Mynd: Sverri Egholm)
FIF hevur heimstað á Frederiksberg, og har spæla Rói Berg Hansen og Tóraldur Kollsker til dagliga. Liðið flutti ógvuliga sannførandi upp í næstbestu deildina farna kappingarár, Jónas G. Djurhuus sigur við Portalin, at hetta hóskar ógvliga væl til hann beint nú:
- FIF vóru áhugaðir at knýta meg uppí hópin, og tað passaði mær væl. Í felagnum miðað teir eftir at gerast ein fastur partur av 1.divison, so tað er eitt gott stað hjá mær at mennast og fáa nógva spælitíð.
Les eisini: Jónas: Stuðulin hevur alstóran týdning fyri okkum
Hondbóltur
Jónas fer aftur til Danmarkar at spæla
- Eg verið allar helst partur av hópinum hjá FIF næsta ár, sigur føroyski landsliðsleikarin.
Jónas Gunnarson Djurhuus sæst her í dysti ímóti Danmark. Hann fer nú halda á við sínari yrkisleið í Keypmannahavn - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-11 08:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald