Í reyðari troyggju við Dannebrog á bróstinum eydnaðist tað í dag rennaranum Jónasi Gunnleivsson Isaksen úr Kvívík at renna seg í finaluna í 400 metra rennikappingini við U20 EM í frælsum ítróttum, sum í hesum døgum fer fram í Jerusalem.
Jónas rann teinin í tíðini 46,75. Tíðin er væl oman fyri hansara egna føroyska met. Og á upptøkunum sæst skilliga, at Jónast ikki rennur alt tað hann eigur, men syrgir bara fyri at gerast nummar tvey, og harvið tryggja sær plássið í EM-finaluni.
EM finalan í 400 metra rening verður mikudagin. Eftir flotta sigurin á oyggjaleikum í 400 metra renningini segði Jónas G. Isaksen, at hann eisini ætlaði sær at vinna á komandi EM-kappingini.
Eiri Jógvansson Glerfoss – ein annar av stóru vinnarunum frá oyggjaleikum – er eisini við í Jerusalem. Seinni í dag rennur hann innleiðandi í 100 metra renningini.
Av tí at fræls ítrótt í Føroyum ikki hevur altjóða viðurkenning, luttaka ungu føroysku rennararnir sum partur av danska EM-hópinum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald