Oyggjaleikir 2023

Jónas møguleika fyri gulli aftur í annaðkvøld

Rann í bestu tíð á 200 metrum í hálvfinalunum í kvøld.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 22:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Møguleiki fyri heiðursmerki til skjótt rennandi kvívíkingin, Jónas Gunnleivsson Isaksen er avgjørt til staðar á 200 metra renningini eisini. Finalan verður runnin í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan 20.10.

Í kvøld vóru hálvfinalur á skránni, og Jónas rann seg í finaluna í bestu tíð, eins og hann gjørdi á 400 metra teininum. Jónas rann teir 200 metrarnar í tíðini 22,20 sekund. Tað er eitt sindur seinni enn í innleiðandi, tá klokkan hjá Jónasi støðgaði á 22,07 sekundum.

Dánjal Dahl Ljósheim hevði eisini runnið seg í semifinaluna í 200 metra renningini. Hann rann teinin í tíðini 23,00, og tað var ikki nóg mikið at koma í finaluna.

Margit F. Weihe eisini í finaluni

Margit Frímundsdóttir Weihe verður eisini við í finaluni í 200 metra renning í annaðkvøld.

Margit gjørdist nummar fimm í síni semifinalu í tíðini 25,98 sekund. Í hini semifinaluni gjørdist Oddvør Josephsen nummar trý, men fekk ikki so góða tíð, sum Martit.

Oddvør rann 200 metrarnar í tíðini 26,07 og gjørdist harvið ov stutt til at koma við tá heiðursmerkini skulu avgerast í finaluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder