Jonas Nielsen er nýggjur leiðari fyri akademiið hjá KÍ. Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni.
Hann kemur fyri Glenn Ståhl sum hevur verið leiðari síðani KÍ veruliga fór í holt við at skipa sína ungdómsdeild sum akademi. Sviin hevur valt at gevast orsakað av familjuorsøkum.
Glenn Ståhl (Mynd: Sverri Egholm)
Nýggi leiðarin eitur Jonas Nielsen og er 38 ára gamal og er dani. Hann hevur UEFA A-venjara útbúgving. Jonas hevur seinastu árini havt ábyrgdina av talentmenningini hjá Slagelse og hevur áður vant nógv ungdómslið fyri ymisk feløg í Danmark. Avtalan er galdandi fyri tvey ár.
Í stuttari viðmerking við heimasíðuna hjá KÍ sigur Jonas, at hann gleðir seg at koma til eitt nýtt land og nýggjar avbjóðingar og gleðir seg at innføra síni hugskot fyri at lyfta og menna fótbóltin í Klaksvík.
Les grein í Blaðnum Vikuskifti 30. januar 2021: Skipan og strukturur vera lyklaorðini við Djúpumýru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald