Fótbóltur

Jónas Tór Næs gevst

B36 boðar í dag frá, at royndi høgri bakkurin nú gevst at spæla á hægsta stigi. Felagið skrivar eisini, at Andre Olsen heldur fram sum hjálparvenjari..

Jónas Tór Næs spældi í ár 26 dystir í Betrideildini - nú leggur bakkurin gaggurnar á hyllina (Mynd: Sverri Egholm)

Jónas Tór Næs spældi í ár 26 dystir í Betrideildini - nú leggur bakkurin gaggurnar á hyllina (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-04 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi 30 dystir í øllum kappingum fyri B36 ár. Hann skoraði tvey mál í Betrideildini, og hetta er óvanligt fyri høgra bakkin. Hann var støðugur sum vanligt, men varð skiftur út í hálvleikinum í FM-finaluni seinasta vikuskifti; tá hevði hann eitt gult kort, hevði fingið ein stoyt og B36 skuldi satsa frameftir vøllinum. Jónas Tór Næs vann í 2015 FM-heiti við B36 - fyrrapartin boðar felagið frá, at 32-ára gamli høgri bakkurin gevst við fótbólti á hægsta stigi.

Jónas hevur leikt 140 dystir í føroyskum fótbólti, umframt fýra evropeiskar dystir við B36. Hann hevur umboða AB og EB/Streym men fyri tað mesta B36. Bakkurin hevur spælt nógv uttanfyri landoddarnar. Í Danmark hevur hann millum annað spælt við BK Frem, Fremad Amager og Køge BK, í Íslandi hevur hann spælt fyri ÍBV og Valur.

[object Object]

[object Object]Jónas Tór Næs skoraði tvey mál fyri B36 í ár (Myndir: Bjarni Enghamar)

Jónas hevur eisini verið drúgvur á A-landsliðnum, har hann hevur spælt ikki færri enn 56 landsdystir. Tað eru bara átta spælarar, sum hava spælt fleiri landsdystir fyri Føroyar.

B36 takkar á heimasíðu sínari Jónasi fyri løtunar og innstatsin fyri B36 og ynskir alt tað besta framyvir.

[object Object]André Olsen (Mynd: b36.fo)

B36 boðar eisini frá, at André Olsen heldur fram sum hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá monnum. André kom til B36 í fjør, og partarnir eru samdir um at leingja samstarvið, so at 29-ára gamli toftamaðurin eisini er hjálparvenjari hjá Jákup á Borg í 2020.

Kelda: b36.fo og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder