Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Kvívík er evropameistari í 400 metra renning.
Fyri lítlari løtu síni prógvaði ungi kvívíkingurin, at hann er er bestur í Evropa í sínum árgangi.
Tá hann vann kappingina á oyggjaleikum fyri mánaði síðani segði hann, at hann ætlaði sær at vinna evropameistarakappingina í Jerusalem eisini.
Og tað gjørdi hann í dag.
Hann rann teir 400 metrarnar – tað er eina ferð runt á rennibreytini – í tíðini 45,86 sekund.
Jónas vann greiðan sigur í tíðini 45,86. Nummar tvey gjørdist Charlie Carvel úr Bretlandi 46,08, og nummar trý gjørdist Maksymilian Szwed úr Polandi 46,31
Tað er besta tíð hann er skrásettur fyri, og eisini fyrstu ferð, at hann hevur runnið teinin undir 45 sekund í skrásettari kapping, tí hansara besta tíð áðrenn finaluna í dag var 46,02 sekund.
Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyingur var við í eini EM-finalu í frælsum ítróttum. Og Jónas Gunnleivsson Isaksen gjørdi ikki mætari enn at renna frá øllum sínum mótstøðumonnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald