2022-07-24 19:18
Tað var belgiski Jasper Philipsen, sum var fyrstur um mállinjuna á Chams-Élysées í París, men lítla løtu seinni kom danski Jonas Vingegaard í gulu troyggjuni á mál og tryggjaði sær sigurin.
Tá gjørdist 25 ára gamli Jonas Vingegaard vinnari av Tour de France 2022.
Lunnar vóru lagdir undir stóra sigurin á fjallatrinumum Col du Granon og Hautacam, har Vinegaard spældi sær við musklunum og vann á slovenska Tadej Pogacar.
Jonas Vingegaard er annar vinnarin av Tour de France. Bjarne Riis vann kappingina í 1996.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald