Fótbóltur

Jørgen fyri Samuel

Samuel Johansen Chukwudi verður ikki tøkur til U21 EM-undankappingardystirnar móti Ukraina og Serbia. Í staðin er Jørgen Nielsen úr Østers IF úttikin.

(Mynd: Bjarni Enghamar)

(Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-05-27 07:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin í næstu viku fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá ukrainar vitja á Tórsvølli. Og týsdagin 7. juni er seinasti dysturin í hesari undankappingini á skránni, tá Serbia verður mótstøðuliðið á Djúpumýru í Klaksvík.

Í vikuni varð hópurin til komandi dystir úttikin, men tað verður kortini uttan Samuel Johansen Chukwudi, sum fyrr í ár skifti til belgiska felagið, Royal Union Saint-Gilloise.

Samuel er júst blivin klárur aftur eftir ein skaða, sum hann hevur drigist við, men mett verður ikki, at hann er nóg birgur til tveir krevjandi landsdystir í næstum.

Í staðin hevur Sámal Erik Hentze sent boð eftir Jørgeni Nielsen, ið spælir fyri Østers IF í Svøríki.

Føroyar og Ukraina spæla á Tórsvølli mikudagin 1. juni klokkan 18:00, og á Djúpumýru í Klaksvík verður fyrsta spark millum Føroyar og Serbia týsdagin 7. juni klokkan 16:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder