Kvinnurnar hjá Neistanum hava styrkt seg við tveimum útlendskum leikarum, sum frammanundan eru kendir í Føroyum.
Talan er um 26 ára gomlu Jovanu Stranjanac, sum hevur vart málið hjá kyndlakvinnum seinastu trý árini, og 25 ára gomlu Nadju Pejovic, sum seinasta árið hevur leikt við Kyndli.
Neistin boðar frá, at umframt at spæla við neistakvinnum, skal Jovana Stranjanac verða málverju-venjari hjá okkara ungdómi og Nadja fer eisini at hjálpa til við ungdóminum í felagnum.
Neistakvinnur vóru í ár í steypafinaluni og í FM-finalunum, men fingu silvur í báðum.
Jovana Stranjanac (Mynd: Sverri Egholm)
Nadja Pejovic (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald