Føroysku metini á longum teinum hava staðið fyri falli í ár, og tað er tí, at Julian Gregersen er í stórformi.
27-ára gamli klaksvíkingurin hevur millum annað tikið fleiri met frá 90'unum hjá Albert Marna Joensen - seinast í London fyri beint yvir tveimum mánaðum síðani.
Sí eisini: Julian hevur tikið enn eitt føroyskt met hjá Albert Marna
Síðani hevur føroyski langteinarennarin fyrireikað seg til sína seianstu kapping í ár: Hálvmaraton í Valencia.
Hetta var í dag. Julian Gregersen rann millum saman vð Rógva Kárason og Nela Heldarskarð í spanska býnum. Hesir tríggir vunnu Føroyum søguligt gull í hálvum maraton í liðkappingini á oyggjaleikunum.
Sambært Kringvapinum settu Rógvi og Neli persónligt met í hálvum maratoni í dag - hetta við tíðunum 1.09.51 og 1.11.43.
Hetta gjørdi Julian Gregersen eisini. Tíðin var 1.07:57. Hetta er nærum ein minuttir betri enn gamla føroyska metið. Tað setti Marnar Djurhuus í Keypmannahavn í 2014, tá hann kom á mál við tíðini 1.08:52.
Harvið enn eitt ógvuliga flott avrik hjá Juliani í einum framúr kappingarári, sum endar nú.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald