
Fyri beint yvir tveimum mánaðum síðani tók hann 32-ára gamalt føroyska metið hjá Albert Marna Joensen á fimm kilometrateininum á landavegi í London.
Sí eisini: Setti met í 5. kilometrarenning
Í kvøld rann Julian Gregersen so mikið skjótt og væl í enska høvuðsstaðnum, at 27-ára gamli rennarin tók 31-ára gamalt met hjá Albert Marna í fimm kilometra renning á breyt.
Hetta var eisini á fimm kilometrum - hesaferð á breyt. Julian rann teir 5.000 metrarnar við tíðini 14 minuttum og 35 sekundum. Tað vil siga í miðal væl undir tríggjar minuttir fyri hvønn kilometurin.
Eitt ógvuliga flott avrik og lutfalsligt greitt nýtt met, sum Julian nú eigur. Hetta vóru 13 sekund betri, enn sterka avrikið sum Albert Marni Joensen stóð fyri í 1994.
Julian Gregersen rann í sterku kappingina Peckham Pacers í London. Tað varð ikki dult áðrenn, at hann fór eftir føroyska metinum.
Rennarin úr Treystinum má sigast at vera í stórformi: Julian renn seg til DM-bronsu og betraði um egið føroyskt met stutt fyri Oyggjaleikirnar, og á Orknoyggjum vann hann eitt gull (liðkapping) og tvey silvur.
Sí eisini: Hálvmaraton: Julian, Rógvi og Neli vunnu gull í liðkappingini
Dagført: 23.57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald