Annað

Julian rann seg til DM-bronsu og betraði føroyska metið

Tíðin hjá rennaranum úr Klaksvík á fimm kilometrum var undir 15 minuttir - 14.52. Julian Gregersen tók metið fyri kortum og hevur longu skorið av tí.

2025-06-27 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskir rennarar halda fram at betra um tíðirnar, nú Oyggjaleikirnir nærkast.

Eins og Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum Portalurin skrivaði um herfyri, er Julian Gregersen í ógvuliga góðum formi. 

Sí eisini: Maria Biskopstø setur met og miðjar eftir gulli á Oyggjaleikunum

Sí eisini: Oddvør Josephsen i stórformi undan Oyggjaleikunum

Julian tók fyr í mánaðinum metið hjá Albert Marna Joensen frá 1993 á fimm kilometra renning á landavegi.

Tá var tíðin 15 minuttir og fimm sekund. Nú - níggju dagar seinni - hevur Julian Gregersen longu skorið 13 sekund av tíðini.

Til DM í gjár rann 26-ára gamli klaksvíkingurin teinin við tíðini 14.52.

Hetta er ein ógvuliga flott tíð og eitt ógvuliga flott úrslit. Tí tað var nóg mikið til bronsu í danmarksmeistaraheitinum, og staðfesti Julian aftur, at hann er ógvuliga væl fyri.

[object Object]
Eg fegin Julian Gregersen verður heiðraður fyri flott avrikið í gjár 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder